Back

Jobmatch 2023

79
Fyritøkur og stovnar
7
Fyrilestrar
Vælkomin til Jobmatch

Norðurlandahúsið
29. desember 2023 kl. 12.00

Norðurlandahúsið
Norðari ringvegur 14, Tórshavn

29. desember

Hvat er Jobmatch?

Tú fært eitt yvirlit yvir áhugaverdar møguleikar fyri starvi, uppgávum og starvsvenjing í Føroyum.

Tú hevur møguleika at bjóða teg fram fyri fyritøkum, kommunum og stovnum.

Tú fært innlit í, hvat føroyskar fyritøkur, stovnar og kommunur kunnu bjóða tær.

Les meira

Hetta siga fólk um Jobmatch

  • Eg fekk samband við J&K Petersen á Jobmatch, og hevði eitt prát við teir har. Stutt eftir loknan lesnað, bjóðaðu teir mær inn til samtalu, og eg fekk arbeiði har sama dag Hallur Djurhuus Byggifrøðingur, J&K Petersen
  • Á Jobmatch 2018 kom eg í samband við lýsingafyritøkuna Sansir. Einki starv var leyst tá, men samrøðan á Jobmatch var ein av orsøkunum til, at eg tríggjar mánaðir seinni varð boðin til samrøðu og fekk starv hjá Kvinnu, ið er ein partur av Sansum Bára Kristoffersen Bára J. Kristoffersen, samskipari hjá Kvinnu
  • Á Jobmatch 2018 fekk eg eitt gott prát við Fíggjarstjóran hjá Føroya Tele. Stutt eftir varð eitt starv leyst á Fíggjardeildini, og kontaktin frá Jobmatch gjørdi, at eg fekk starvið og flutti heim aftur til Føroyar 1. mars 2019 Ásfinnur Sigvardsen Fíggjarfrøðingur, Føroya Tele

Bílegg við JobPrát

Jobmatch gevir tær møgulleika, at práta við ymiskar fyritøkur á tiltakinum, og vilja vit eyggja teg til tað. Hetta er sjálvandi púra ókeypis!

Melda til við JobPrát

Bílegg uttan JobPrát

Tað bar sjálvandi eisini til, at melda teg til Jobmatch uttan at bíleggja prát við fyritøkur. Tó vilja vit eyggja teg til, at gera tað.

Melda til uttan JobPrát